Føroyingar gera nýtt flogfelag

Nýtt farmaflogfelag fer at hava Bakkafrost sum høvuðskunda

Sp/F 25.05.2021 og P/F Bakkafrost hava í dag stovnað nýtt felag, sum fer at reka flogfarmaflúgving til og úr Føroyum.  

 

Felagið arbeiðir við ætlanum um at keypa ella leiga farmaflogfar og at seta hetta í rakstur millum Føroyar og útheimin skjótast til ber.

 

Samstarvsavtala er gjørd við Bakkafrost, sum eisini verður høvuðskundi hjá felagnum, og væntandi kemur Bakkafrost at brúka meginpartin av kapasitetinum úr Føroyum. Á heimgangandi túrunum verður pláss fyri veitingartrygd til føroyskar innflytarar, eins og møguleiki verður fyri nýhugsan innan innflutning av vørum til Føroya.

 

Stigtakararnir handan felagið eru Heðin Krett, Andrew Djurhuus, Hans Meinhard á Høgabóli og Birgir Nielsen. Hesir manna eisini nevndina saman við Regin Jacobsen og Rúna M. Hansen.

 

Birgir Nielsen er settur stjóri í felagnum, og Regin Jacobsen er nevndarformaður.