Føroyingar kunnu frítt koppsetast í Danmark

Kravið um, at føroyingar skulu hava verið eina tíð í Danmark áðrenn koppseting, eru nú slept

Nú kunnu føroyingar og grønlendingar, sum eru staddir í Danmark, lata seg koppseta uttan treytir um, hvussu leingi teir skulu hava verið í Danmark.

 

Tað boðar danska Heilsustýrið frá í dag.

 

Tað hevur verið krav, at føroyingar og grønlendingar skuldu hava uppihildið seg í Danmark í minst ein mánað fyri at kunna koppsetast, men nú ber til at lata seg koppseta fyrsta dagin í Danmark.

 

Høvuðsorsøkin til hetta er, at nú eru nóg mikið av koppingarevni tøkt í Danmark.

 

Heilsustýrið metir, at nýggja tilboðið verður relevant fyri umleið 5500 fólk.