Føroysk framleiðsla í 135 ár

Síðani 1888 og nú í 135 ár hevur Føroya Bjór bryggjað. Hettar verður hátíðarhaldið við ymiskum nýggjum útgávum, ið verða at fáa í næstum.

 

 

Bjórin 1888 varð bryggjað sum ein serútgáva fyrstu ferð, tá ið bryggjaríið hátíðarhelt 125 ár.

– Móttøkan var so mikið góð, at vit valdu at halda áfram við henni, sigur Annika Waag bryggjari, ið hevur ment hesa bjórina.

Nú verður 1888 til keyps í nýggjum búna í 33 cl. Smakkurin er hin sami serstaki við lættari elegantari frukt- og humluaroma.

Bjórin hóskar væl sum ein aperitif ella at njóta afturvið góðum mati, so sum fiskarættum og løttum rættum, verður sagt frá Føroya Bjór.

##med2##