Føroyski landsliðsmálverjin hevur nú tveir kappingarneytar

Nú eru bæði Cecilie Greve, Louise Egestorp og Annika Fríðheim Petersen, ið kappast um at verja málið hjá Nykøbing Falster

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríheim Petersen hevur ikki verið at siggja í hópinum hjá Nykøbing Falster seinastu dystirnar í bestu donsku hondbóltsdeildini og í EHF European League.

 

Cecilie Greve og Louise Egestorp hava vart málið hjá Nykøbing Falster seinastu dystirnar, har Cecilie Greve hevur verið fyrsta valið.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Annika: - Louise, sum hevur veriđ í barsilsfsrloyvi er komin aftur, og venjararnir vilja gjarna royna at spæla hana inn á liđiđ aftur, og av tí, at vit eru 18 leikarar sita tveir leikarar yvir hvønn dyst, men eg eri har enn og fái framvegis góđar og mennandi venjingar. Sigur Annika.

 

Annika skrivaði fyri stuttum føroyska hondbóltssøgu við at vera fyrsti kvinnuligi føroyski hondbóltsleikarin, ið hevur spælt dyst í EHF European League.