Føroyskir filmar og filmsfólk í Keypmannahavn

Í dag, hósdagin 29. februar, byrjar hin árligi filmsfestivalurin ’Nordatlantiske Filmdage’ á Norðatlantsbryggjuni, og aftur í ár er ein rúgva av spennandi føroyskum innihaldi á skránni.

 

Fríggjakvøldið 1. mars verður føroyskt stuttfilmskvøld, har høvið verður at síggja filmarnar ”Lið við Lið”, ”Sæla”, ”Død af grin” og animatiónsfilmin ”Óveruliga verðin hjá Aldu”. Kvøldið byrjar við innleiðing við føroyska sendimanninum, Jóannes V. Hansen, og harafturat koma filmsfólkini Andrias Høgenni, Katrin Joensen-Næs, Terji Mohr, Niels Jacob Kjærbæk Pedersen og Tóki Jansson, har tey fara at hugleiða um filmarnar og svara møguligum spurningum frá áskoðarafjøldini.

 

Leygardagin 2. mars verður filmurin ”Heartist” sýndur, har framleiðslustjóri Jón Hammer og leikstjórar Marianna Mørkøre og Beinta Á Torkilsheyggi koma á vitjan.

 

Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, ið filmurin snýr seg um, sýnir fram á Norðatlantsbryggjuni í summar, og á filmsdegnum kunnu áskoðararnir læra eitt sindur um hennara heilt serstaka og farvuríka heim.

 

Mánadagin 4. mars verður donsk frumførðsla av filminum ”Sommergæsten”, ið snýr seg um Bergithe Johannessen (1905-1995), sum varð fyrsti føroyingur, ið fekk professjonella, akademiska útbúgving innan myndlist. Áðrenn filmurin byrjar, kemur Karin Heinesen, stjóri á Norðatlantsbryggjuni, at siga nøkur orð, og aftaná filmin verður orðaskifti millum Anya Mathilde Poulsen og Lars Rønnow, sum standa aftanfyri filmin, og Birgir Thor Møller saman við áskoðarunum.

 

Filmsdagarnir varða líka til 10. mars, og á skránnið eru ein rúgva av spennandi filmum og filmsfólki úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Festivalurin er stuðlaður av eitt nú Det Danske Filminstitut, og føroyska innihaldið er stuðlað av Filmshúsið og Sendistova Føroya í Keypmannahavn.

 

Les meira um filmsdagarnar á Norðatlantsbryggjuni á nordatlantens.dk/filmdage.

 

##med2##

 

##med3##