Føroysku flogbóltskvinnurnar skakaðu Rumenia eina løtu

Flogbóltur: Føroyar vóru á odda í 1. setti og tað mátti ein steðgur til, áðrenn Rumenia fekk takið aftur

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti tapti í kvøld 3-0 móti Rumenia í EM-undankappingini. Sett úrslitini vóru 18-25, 10-25, 11-25 til favorittarnar úr Rumenia, men eitt skifti í fyrsta setti stóð á gomlum nøglum hjá gestinum í høllini á Hálsi.

 

- Byrjanin var øgilig – eitt servuess frá Jannu Falkvard – og miðskeiðis í settinum vóru vit í barónasongini, tá vit førdu 13-9. Í rumensku leguni vóru tey ikki álvulig við støðuna og høvdu tikið time-out við støðuna 11-8 til Føroyar. Time-out’ið hjálpti helst, og tær rumensku vaknaðu og fóru at sláa harðari, og ikki minst, beinari, tí Føroyar høvdu vunnið eitt ótal av stigum upp á rumensku servurnar, sum fóru út, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Leiðslan á 13-9 bleiv til 13-15 til Rumenia, og so hvørt Rumenia vaks um munin, fánaði føroyski dreymurin, um at vinna settið. Annað og triðja sett vóru meinlík, har Rumenia skjótt legði seg á odda við tíggju, men føroyska liðið fekk eitt tveysiffrað stigatal í báðum settum. Hetta móti einum liði, sum hevur verið við í fýra av teimum seinastu seks EM-endaspølunum, staðfestur Flogbóltssambandið.

 

EM-undankapping:

 

Føroyar - Rumenia, kvinnur: 0-3 (18-25, 10-25, 11-25)

 

##ms##