Greitt verður frá gongdini í Betrideildini hjá monnum og kvinnum, tikið verður saman um avrikini hjá feløgunum, profilar og ungir spælarar verða umrøddir, og nógv verður eisini gjørt burtur úr altjóða fótbólti – ikki minst avrikinum hjá KÍ í Europa.
Í bókini eru greinar, hagtøl, yvirlit og nógvar góðar myndir.
Sosialurin gevur "Føroyskur Fótbóltur 2023" út. Bókin er 200 blaðsíður og fæst í bókabúðum.