Føroyskur radari – Sofylgjandi kann hetta lata seg gera

Lat meg staðfesta tað beinanvegin, og við 7 tumma seymi. Ja, føroyingar kunnu sofylgjandi eiga og reka ein radara.

 

Vit koma framhaldandi at vera ein partur av Vesturheiminum, um vit eiga og reka ein radara.

 

Um vit føroyingar eiga og reka ein radara, so koma vit eisini at varðveita okkara handilsviðurskifti við Russland.

 

Um vit føroyingar eiga og reka ein radara, so kunnu vit eisini framhaldandi ávirka tær politisku avgerðirnar, um at vit skulu hava betri handilssømdir við Vesturheimin. ES kemur ikki at geva okkum betri handilssømdir, tí sum fleiri løgtingslimir hava verið inni á, so hava vit onki at geva ES fyri at fáa betri handilssømdir, tí vit hava givið ES alt, sum gevast kann. Nú hava vit høvi at gera okkum galdandi, og latum okkum brúka tað høvi.

 

Eitt er 100% sikkurt, og tað er, at kemur radarin fyrst upp at standa, so kunnu vit vinka farvæl til yvirhøvur at fáa nakrar avtalur í lag, um nakað sum helst. Tá er alt for seint, mjólkin er tá súrnað.

 

Vit fáa onga virðing, um vit bara leggja okkum fløt niður, bíða til radarin er komin upp at koyra, og síðani bidda um at fáa nakrar molar afturfyri, tí at onkur onkrastaðni einaferð lovaði okkurt um okkurt.

 

Tískil ber tað væl til at hava ein føroyskan radara, har Vørn er rætti eftirlitsmyndugleiki, við møguligum samstarvi við Føroya Tele, viðvíkjandi tekniska partin av radaranum.

 

Hetta ber væl til, og hetta duga føroyingar sera væl at finna útav.

 

Tann retoriska snildan hjá danska verjumálaráðharranum

 

Danski verjumálaráðharrin hevur verið úti og sagt, at radarin ikki verður føroyskur, men at tað verður ein NATO-góðkendur radari.

 

Tað, at tann danska stjórnin sigur, at tað skal verða ein NATO-góðkendur radari, er ongi minni enn ein retorisk snilda, sum merkir, at ræðisrætturin yvir radaranum er hjá dønum, meðan fyrisitingin av loftrúminum er hjá íslendingum; føroyingar hava hervið onki at skula sagt. Um ein vælsaktans góðtekur hesa tankagongdina. Tað geri eg ikki!

 

Tað, at ein radari skal verða ein NATO-góðkendur radari, er ein innantómur flosklur. Ein radari er ein radari. Hann eygleiðir loftrúmið. Tað er tað ein radari ger. Hvørki meira ella minni.

 

Tískil er handan retoriska snildan humbukk!

 

Radarin skal verða ein føroyskur radari, sum vit brúka at samstarva við NATO um.

 

Um radarin verður settur upp ella ikki, broytir ikki uppá tað fakta, at har er nógv flogferðsla í okkara loftrúmið. Allir pengarnir frá hesari flogferðsluni enda aldrin hjá føroyska landskassanum, tí vit enn ikki hava yvirtikið loftrúmið.

 

Men tað er eisini umráðandi at leggja dent á, at avgerðin um radaran eigur Føroya Løgting og ongin annar. Einans Føroya Løgting kann taka týðandi avgerðir viðvíkjandi Føroya Landi.

 

Ein av fortreytunum fyri, at radarin er og verður føroyskur er, at vit yvirtaka loftrúmið. Hetta er ein stór fortreyt fyri, at vit kunnu brúka radaran til fulnar.

 

At yvirtaka loftrúmið ber saktans til, tí at sum støðan er í dag, so er ræðisrætturin hjá dønum, meðan loftrúmið verður fyrisitið av íslendingum. Har er onki til hindurs fyri, at tá vit yvirtaka loftrúmið, at vit gera eina avtalu við íslendingar um, at teir fyribils umsita øki, til vit endiliga bæði umsita og ráða yvir loftrúminum.

 

Sornfelli avbyrgt við píkatráði – hetta hendir, um vit ikki eiga og reka radaran

 

Tosað hevur verið gjøgnum óoffisiellar keldur, at ætlanir eru í umbúna, at Sornfelli verður sperrað av við píkatráði. Ongin inn, ongin út.

 

Verður hetta veruleiki, verður alt Sornfelli avbyrgt, nýggi radarin settur upp. Uttan at føroyingar hava skula havt nakað at skula sagt.

 

Vit hetta lag missa vit ikki bara ein part av føroyskum sjálvsavgerðarrætti, men vit missa eisini ein part av Føroyum. Hetta skulu og mugu vit ikki lata okkum lynda.

 

Sannleikin er tann, at amerikumenn trýsta nógv at fáa handan radaran upp at koyra á Sornfelli.

 

Sannleikin er eisini tann, at skal Danmark enn verða ein umráðandi partur í NATO, so mugu teir koyra radaran upp. Kosta, hvat tað kosta vil. Teir ætla at koyra radaran upp við píkatráð, um mótstøðan ímóti radaranum úr Føroyum gert alt ov hørð.

 

Vit hava sum so ikki brúk fyri radaranum, men har eru nógvar inntøkur at heinta, um vit umsita radaran og loftrúmið sjálvi, og tískil er tað bert natúrligt, at vit eiga og reka radaran sjálvi, soleiðis at vit enn hava ræði á føroyska landøkinum (t.d. Sornfelli); at tann føroyski sjálvsavgerðarrætturin verður vardur; at vit verja føroysku útflutningsvinnuna og føroysk arbeiðspláss, og harvið varðveita handilsviðurskiftini við Russland.

 

Eitt er 200% sikkurt. Radarin kemur. Spurningurin er bara, um tað verður við ella uttan píkatráði.

 

Soleiðis fíggja vit radaran í Føroyum

 

Nú, tá vit hava sett okkum fyri, at tað bert skulu vera vit, sum skulu eiga og reka radaran, so verður næsti spurningur; hvussu fíggja vit radaran?

 

Tað verður gjørt á hendan hátt.

 

Sambært fólkum, sum hava sera nógv skil á loftradarar, so hevði stovningarútreiðslurnar til radaran verið umleið 30-40 millionir. Harafturat kemur rakstur. Varliga mett verður raksturin umleið 30 millionir.

 

Alt í alt kemur radarin at kosta okkum einar 60-70 millionir.

 

Radarin verður fíggjaður við lán frá landinum, landsbankanum, og øðrum pørtum (sum hava áhuga at hava radaran á Sornfelli).

 

Lánið sjálvt verður fíggjað við, at vit selja upplýsingarnar frá radaranum til Ísland, Stórabretland og Isavia (Isavia er felagið, sum tekur sær av øllum flogupplýsingum í Íslandi).

 

Harafturat kunnu hølini á Sornfelli leigaði til Nato móti gjaldi, um brúk verður fyri tí.

 

Tey, sum hava sera nógv skil á loftrúmið og radarar, siga eisini, at tað er misinformation, tá sagt verður, at radarin kemur at kosta 400 millionir krónur.

 

Tann veruligi kostnaðurin á radaranum liggur sikkurt á umleið eini 60-70 millionir.

 

Hetta kunnu vit avgjørt fíggja sjálvi.

 

Meira pengar at heinta, um vit yvirtaka loftrúmið

 

Um vit yvirtaka loftrúmið, so verður tað mett, at tað eru umleið 100 milliónir at heinta hvørt ár.

 

Hesar yvirtøkur kunnu brúkast til nógv. At vit skerja blokkin við 100 milliónum hvørt ár, soleiðis at blokkurin er vekk á umleið 4-6 árum.

 

Aftaná, at blokkurin er vekk aftaná 4-6 árum, kunnu pengarnir brúkast til at fíggja eina føroyska veðurstovu. Ella onnur átrokandi mál sum heilsuverkið og fyribyrgjandi arbeiði innan heilsu.

 

Harafturat kunnu pengarnir brúkast til at reka vita- og navigationstænastu í Føroyum, og til umsitingarligan rakstur av føroyska loftrúminum, og til gransking fyri tryggari og grønari flogvinnu.

 

Á hendan hátt kunnu vit fáa fleiri vitannartung arbeiðspláss her í Føroyum.

 

Harafturat skal leggjast afturat, at sambært óheftum keldum, so vóru umleið 92.000 flogfør í okkara loftrúmi í 2020. Í 2019 var flogferðslan í hesum loftrúminum langt omanfyri 200.000 flogfør.

 

Ja, tú las hasi tølini fullkomiliga rætt.

 

So vit kunnu fáa stórar inntøkur, við at vit eiga og reka radaran sjálvi, umframt at vit yvirtaka loftrúmið.

 

Við ábyrgd kemur Føroya land langt á leið!

 

Sum Føroya søga ofta hevur víst, so er øll framgongd komin her á landi, tí føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi. Tað merkir eisini, at tá vit taka ábyrgd av egnum landi, so skapar hetta framgongd í Føroyum.

 

Óansæð hvørja politiska áskoðan ein hevur, so kunnu vit øll vera samd um, at vit øll heysta ágóðarnar í hesum landi, ta vit saman óansæð okkara ymisleikar, taka ábyrgd av hesum landi og skapa stóra framgongd fyri okkum sjálvi, og komandi ættarliðum.

 

Tískil ber hetta sera væl til, og hetta klára vit sera væl.

 

Latum okkum taka ábyrgd av egnum landi, og skapa framgongd!