Fólk í túsundatali mótmæla ætlan at strika dýra biðidag

Lizette Riisgaard, forkvinna í FH, vónar, at stóra mótmælistiltakið framman fyri Christianborg fær stjórnina at skilja týdningin

Mótmælið hjá fakfelagsrørsluni í Danmark, »Bevar store bededag« á Christiansborg Slotsplads í Keypmannahavn í dag. - Myndir: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Ein mannamúgva er í dag møtt á slotsplássinum framman fyri Christiansborg fyri at krevja, at stjórnin sleppur ætlanina um at gera dýra biðidag til ein vanligan arbeiðsdag.

 

– Eg vóni, at stjórnin lurtar og staðfestir, at tað er eitt fólkmál og eitt inntriv, sum ikki eigur at verða framt, sigur forkvinnan í Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH), Lizette Risgaard.

 

– Tey eiga at taka málið av borðinum og kalla inn til trípartasamráðingar, sigur hon.

 

FH hevur fyriskipað mótmælið, og mett verður, at um 30.000 fólk eru møtt at mótmæla.

 

FH hevur syrgt fyri, at 70 bussar hava flutt fólk úr øðrum pørtum av landinum til Keypmannahavn.

 

Undir mótmælinum eru røður og tónleikur. Eitt nú syngur Anne Linnet.

 

Københavns Politi skrivar á Twitter, at tey hava stongt fleiri gøtur inni í Keypmannahavn fyri ferðslu. Eitt nú Stormgade, Vindebrogade og Christiansborg Slotsplads.

 

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Mótmælið hjá fakfelagsrørsluni í Danmark, »Bevar store bededag« á Christiansborg Slotsplads í Keypmannahavn í dag. - Myndir: Emil Helms/Ritzau Scanpix