Fólkatingslimir á vitjan í Klaksvík

Í hesum døgum eru 17 fólkatingslimir og vitja í Føroyum, at kunna seg um føroysk viðurskifti. Fyrrapartin í gjár vóru tey í Klaksvík, har tey saman við borgarstjóranum vitjaðu ymisk støð

Dagurin byrjaði við rundferð í Christianskirkjuni, Marjun Lómaklett sóknarprestur greiddi frá. Síðan varð vitjað í Føroya Bjór, har Annika og Einar Waag greiddu frá spennandi søguni hjá Føroya Bjór, sum byrjaði sítt virksemi í 1888. 

 

Eftir vitjanina í Føroya Bjór, tók Annfinnur Heinesen ímóti gestunum í Varpinum. Hann greiddi fáa um nýggja mentanarhúsið, og nýtti eisini høvi at takka fólkatinginum fyri at hava latið pening til verkætlanina.  Áðrenn gestirnir fóru víðari bjóðaði Karl Johansen, borgarstjóri, fólkatingslimunum til ábit í Gamla Seglhúsið.

 

Ferðalagið kom til landið sunnudagin og fer avstað aftur í kvøldi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##