FÓLKIÐ FYRST !

Eg var so heppin, at eg varð boðin av Unga Tjóðveldi at halda mína fyrstu tjóðveldisrøðu til Free Føroyar tiltakið, ið var í Reinsaríðnum í Havn Fríggjakvøldið.

 

Hetta var mín røða:

 

Eg vil byrja við orðunum hjá einum Miðvingi, ið andaðist í 1991 – sum er sama ár, sum eg varð fødd. Hann var Dánjal Paula Dánjalsson, vanliga kallaður D.P.:

 

“Hvaðan skal politiska menningin koma, tá ið politiska ábyrgdin verður flutt úr Føroyum til Danmarkar?

 

Hjá tí einstaka persóninum er tað júst ábyrgdin, sum elvur menningina:

 

Tað, at tú noyðist at taka eina støðu – ístaðin fyri bara at rópa neyðarróp fyri at fáa onnur greiða málið fyri teg. Hartil koma so tær royndirnar, ið tann einstaki fær í smb. við at skula taka støðu.

 

Umframt er tað neyðugt at hava í geyma, at politisk menning krevur politiska uppaling ella politiska venjing”.

 

Heima hjá okkum hevur politikkur ikki fylt tað heilt stóra mítt barna- og ungdómslív. Tá ið onkur politisk gøla hevur stungið seg upp, hava onkrar harðar samrøður verið ímillum tey vaksnu, men eg gav tí (tíverri kann eg siga nú) ikki stórvegis ans. 

 

Heima hjá okkum hevur tað ikki verið ein politisk kós, ið hevur sett dagsskránna. Babba hevur altíð verið loysingarmaður, ikki bara tjóðveldismaður – har er ein øgiligur munur, hevur hann altíð sligið fast. Mamma hevði ikki heilt somu kós – og tó. Tað, ið hevur givið politiska meining fyri tey, hava tey ikki fingið úr sama flokki – og tó.

 

Tað gingu fleiri ár inntil eg yvirhøvur fekk at vita hvør flokkur umboðar tey best.

 

Eg minnist, tá ið eg hevði fingið valrætt og skuldi á atkvøða fyrstu ferð. Eg var í dýrastu neyð. Nú hevði eg fyri fyrstu ferð fingið møguleika fyri at hava eina ávirkan. Eina orduliga ávirkan! Hetta var stórt. Og er enn stórt. Enn størri í dag enn tað var tá, fyri 13 árum síðani.

 

Mítt fyrsta atkvøða var - um nakað so danskt sum - um trúnuarvingalógina, um hvørt kynini skuldu verða javnsett í arvarøðini í danska kongahúsinum.

 

Hetta við at hava eina meining sjálv, dugdi eg ikki orduliga. So eg gjørdi, sum nokk fleiri hava gjørt við mær. Tað var eitt at gera. Eg fór at spyrja mammu og babba, hvat tey fóru at atkvøða. Babba, loysingarmaðurin, sum hann er, so vóru boðini greið, hann fór ikki á val, at atkvøða um arvalógini hjá danska kongahúsinum, tað kom ikki uppá tal. Mamma var á øðrum málið. Um hon hevði møguleika fyri at hava eina ávirkan á javnstøðu, so gjørdi hon tað.

 

So var onki ivamál um hvat eg fór at atkvøða. Tað er ongin ivi í mínari sál um, at øll kyn skulu javnsetast – í øllum!

 

Mítt fyrsta orduliga val var í 2011. Tá var Fólkatingsval eisini á skrá – og beint í reyvini á tí kom eisini eitt Løgtingsval sama ár.

 

Fyrstu ferð eg skuldi á eitt orduligt val.. at gera mína meining galdandi.. at vera ein ordiligur partur av demokatinum. Tá var verri.

 

Eg royndi at hála úr mammu og babba hvat eg skuldi velja, hvat fara tit at velja. Onki greitt svar. Ístaðin fekk eg eina lítla samanumtøku um flokkarnar og hvørji virðir teir stóðu fyri. Hetta hjálpti eitt sindur, men ikki alíkavæl. Áveg inn í høllina, fekk eg spurt enn einaferð, hvønn fara tit at velja, hvønn skal eg velja? Åh det press, ið var innaní.

 

At enda fekk eg kroyst okkurt úr teimum. Ikki var tað nakað, ið ikki hjálpti mær serligt júst tá. Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Skít.. hvat nú?

 

At hava valrætt fyri fyrstu ferð.. Standa sum 18-20 ára gomul og taka støðu til hvør best umboðar meg í politikki? Hvussu tekur man ta støðuna? Í ár er støðan tann, at útav 60 valumboðum eru 47 yvir 40 ár. Nógv tey flestu, sum stilla upp til hetta fólkatingsvalið eru í aldursbólkinum 50-59 ár. Tey eru 25 í tali. Tað eru einans 13 valevnir, ið eru ímillum 18-39 ár.

 

Annika Helgadóttir og Monika Mohr hava fyri stuttum latið gjørt eina kanning um “Sálarligu heilsuna hjá ungum føroyingum”.

 

Í kanningini kom fram, at tey ungu ímillum 18-34 ár meta seg hava ringastu sálarligu heilsuna ímillum føroyingar og eru í størsta misstrivnaði. Alt skal ganga skjótari og skjótari, øll skulu skjótt ígjøgnum útbúgvingar og man skal vita so tíðliga sum gjørligt hvat man vil restina av lívinum. Hetta bara fyri at finna lukku í lívinum. Stein omaná byrðu - er so fíggjar- og bústaðarstøða eisini nakað, ið tyngir ómetaliga nógv.

 

Sami aldursbólkur, sum er minst umboðaður í valevnum, metur seg hava tað truplast. Eg kann ikki annað enn undrast.

 

Kann tað vera av tí, at vit hava skapt okkum eitt samfelag, sum ikki í nóg stóran mun umboðar okkara ungu? Politikkarir royna at berjast um kapp við at geva vallyftir um sálarfrøðiliga hjálp, ókeypis sálarfrøði, færri karakterir og meira umsorgan, meðan bíðirøðirnar til psykiatriina bara veksa.

 

Sambært heimskenda sosiologinum Hartmut Rosa, so stendist hesin misstrivnaðurin als ikki av veikari ella vánaligari sálarheilsu, men tvørtur ímóti stendist misstrivnaður í dag av klárskygni og framskygni -  tey ungu hava nemliga í ólukkumát innsæð tað, sum tey ráðandi enn ikki hava fatað:  tað er nakað spinnandi galið við okkara samfelags mynstrið.  Tað er nakað galið í mátanum, ið vit hava uppbygt okkara samfelag. Hetta ger, at tey ikki kenna seg aftur, og at tey ikki ynskja at víðariføra hetta samfelagið. Politikarar renna runt og sløkkja eldar. Vísa á, hvat vit síggja er við at ganga galið, men koma ikki við loysnum! Máttloysi!

 

Rosa sigur, at vit heldur skulu hyggja at teimum rótfestu strukturunum, ið vit lata mynda okkara samfelag. Vit koma ongan veg við einans at sálarfrøðilig-gera okkara avbjóðingar – vit mugu broyta skipanina. Hetta er ikki nakað, man kann ávirka í einum valstríði. Tað tekur ár.

 

Vit skulu koma hartil, at politikkur ikki bara handlar um hvør fær hvat. Politikkur skal handla um, hvussu vit saman kunnu skapa eitt betri samfelag fyri okkum øll. Og í dag merkir tað betri heim fyri øll, tí:

 

  • Tað er ein sannroynd at misstrivnaður smittar – men tað ger trivnaður sanniliga eisini.

 

Valið hesaferð stendur ímillum, at vit sjálvi taka ábyrgdina og skapa loysnirnar, ella at vit lata standa til og lata onnur seta kósina. Tað hevur kostað okkum ómetaliga dýrt tey seinastu árini. Danskir pengar, merkja danskt vald, tað mugu vit aldrin gloyma!

 

Søgan hevur lært okkum, at skulu vit skapa eina framtíð í Føroyum, mugu vit taka framtíðina í egnar hendur.

 

Vit mugu sjálvi skapa málini

 

Vit mugu sjálvi skapa politikkin

 

Og vit mugu sjálvi skapa loysnirnar.

 

Tjóðskaparrørslan kann lyfta Føroyar framá. Hon hevur gjørt tað áður, og hon fer at gera tað aftur.

 

Eg ynski at arbeiða fyri, at vit røkka einum enn sjálvbjargnari og eydnuríkari Føroyum fyri bæði núverandi og komandi ættarlið:

 

  • Einar Føroyar, ið rúma ymiskleikanum, ið tíbetur er komin meira og meira til sjóndar tey seinastu árini
  • Einar Føroyar, ið gevur okkum øllum møguleika og rúm til at skapa tað lív, ið vit ynskja hvør í sær
  • Einar Føroyar, ið okkara ungu velja til, har vit fáa góðar møguleikar til at skapa okkum tað lív, ið vit ynskja og trívast og mennast við
  • Einar Føroyar við burðardyggari framgongd – bæði umhvørvisliga, sosialt, trivnaðarliga og fíggjarliga
  • Einar Føroyar, ið skapa betru vinnumøguleikar, tí hetta gagnar okkara landsbúskapi og gagnar tískil eisini okkum, Føroya fólki

 

Eg ynski at arbeiða við endamálinum Tjóðveldi – egið veldið av egnari tjóð. Tjóðveldið merkir fólkaræði – at tjóðin – fólkið – hevur valdið.

 

Eg ynski at gera mítt til at vit varðveita tjóðskaparrørsluna í Føroyum – og fáa hana at spíra í enn fleiri fólki!

 

Eg vil miðvíst arbeiða fyri, at tjóðin – fólkið – hevur valdið. Eg ynski at gera mítt til at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt og frælst land í heiminum við fólkaræði og javnrættindum fyri alt fólkið í landinum. Frælst fólk í frælsum landi, har vit øll eiga rættin til at liva og virka!

 

Eg eri so ómetaliga errin av at hava møguleika fyri at vera ein partur av Tjóðveldinum. Errin yvir, at eg kann geva mítt íkast til, at vit varðveita tjóðskaparrørsluni í Føroyum!

 

Fyri at enda við orðunum hjá D. P. So krevur politisk menning, politiska venjing – og eg kundi ikki ímynda mær ein betri venjara enn Tjóðveldi!