Ford er mest seldi bilur í Føroyum í ár

Við 72 seldum bilum hevur bilasølan Wenzel lagt seg í front við mest seljandi bilamerkinum í ár, Ford.

Í fjør var tað Volkswagen, sum var mest seldi bilur í Føroyum við 355 nýggjum bilum. Næst Volkswagen var Ford við 324 og síðani Toyota, sum so mangan hevur verið toppskorarin, við 305 seldum bilum.

Í januar í ár var Ford á odda. Í februar í ár hevur Volkswagen aftur yvirhálað Ford, men bara við tveimum bilum, sum ikki nóg nógv at taka fremsta plássið.

Kia, sum á nýggjárinum fekk nýtt umboð í Føroyum, Bilrøkt, er komið upp á triðja pláss sum mest seldi bilur.

Hesin listin vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í februar:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

33

FORD

31

KIA

28

TOYOTA

21

RENAULT

20

MITSUBISHI

13

NISSAN

13

VOLVO

11

PEUGEOT

8

IVECO

7

 

 

 

Hesin listin vísir mest seldu bilamerkini í ár – í januar og februarmánaði:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

72

VOLKSWAGEN

61

KIA

50

TOYOTA

45

RENAULT

42

NISSAN

22

VOLVO

22

MITSUBISHI

21

MERCEDES-BENZ

13

PEUGEOT

11