Ford er mest seldi bilur í ár

Hóast Volkswagen seldi mest í juli, so er Ford framvegis mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár

204 Fordbilar eru »farnir um skivuna« hjá bilasøluni Wenzel í ár. Tað eru 20 fleiri enn hjá næsta kappingarneytinanum, Volkswagen, sum er nummar tvey á topp-10 listanum hjá Akstovuni, sum hevur gjørt sølutølini upp fyri sjey fyrstu mánaðirnar í ár.

Nummar trý á listanum er Toyota, sum hevur selt 160 bilar higartil í ár. Raðfylgjan er tann sama sum í junimánaði, tá Ford seldi 179 bilar, Volkswagen 158 og Toyota 135.

Talvan vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í juli:

 

Bilmerki

tal

1

VOLKSWAGEN

26

2

FORD

25

3

TOYOTA

25

4

MERCEDES-BENZ

20

5

KIA

19

6

NISSAN

14

7

SUZUKI

14

8

BRENDERUP

13

9

RENAULT

11

10

HONDA

9

 

Talvan vísir 10 tey mest seldu bilmerkini higartil í ár:

 

Bilmerki

tal

1

FORD

204

2

VOLKSWAGEN

184

3

TOYOTA

160

4

KIA

130

5

RENAULT

128

6

NISSAN

84

7

VOLVO

83

8

MERCEDES-BENZ

73

9

BRENDERUP

67

10

MITSUBISHI

50