Foreldraráðið: Børnini í Tórshavnar kommunu skulu hava bestu karmar

Felags foreldraráðið, ið varð sett á stovn tann 24. januar 2024, fer framhaldandi at gera vart við, hvussu umráðandi tað er at hava góðar fysiskar karmar á stovnunum í kommununi

Barbara Djurhuus, Forkvinna, Ólavur Jóannesarson Hansen, Næstformaður, Bergdís Ester Gisladóttir, Nevndarlimur, Jóhanna Maria Olsen, Nevndarlimur, Svanna í Gong, Nevndarlimur, Beinta Lisberg, 1. varalimur, Hans Fróði Jensen, 2. varalimur.

Tað er ein sannroynd, at fysiskir karmar hava alstóran týdning fyri børn. Gransking vísir, at umhvørvið, sum børn vaksa upp í, hevur eina avgerandi ávirkan á, hvussu tey mennast fatanarliga, sosialt og kropsliga. Tað er okkara ábyrgd sum foreldur, námsfrøðingar, lærarar og samfelag at tryggja røttu karmarnar og umstøðurnar, soleiðis at børn okkara hava møguleika fyri eina sunna og nøktandi menning.

 

Felags foreldraráðið hevur sett sær fyri at arbeiða fyri og stuðla uppundir menningina av fysisku kørmunum á dagstovnaøkinum, soleiðis at Tórshavnar kommuna verður kend fyri eina dygdargóða raðfesting av okkara stovnum til frama fyri børnini og samfelagið.

 

Vit vilja í hesum sambandi umrøða nøkur viðurskifti, ið eru av stórum týdningi fyri menningina hjá børnunum, og samstundis eggja til orðaskifti um, hvørt hesi viðurskifti eru uppá pláss og – um ikki – hvussu vit í felag kunnu fáa tey í rætt lag.

 

 

 

Fatanarlig menning

 

Fatanarliga menningin hjá børnum okkara verður í stóran mun ávirkað av sosiala, kensluliga, fíggjarliga og fysiska umhvørvinum. Sosial samvera uttanfyri familjuna, sum til dømis í dagstovnum ella í sambandi við luttøku í felagsskapum, er avgerandi fyri at menna neyðugu sosialu førleikarnar.

 

 

 

Kenslulig menning

 

Eitt umhvørvi, ið stuðlar børnunum kensluliga, er avgerandi fyri sjálvsfatanina, sjálvsálitið og sjálvræðið. Børn, ið vaksa upp í einum ótryggum kensluligum umhvørvi, kunnu vera í vanda fyri varandi sálarligum avbjóðingum og fáa trupult við at menna og varðveita haldgóð sambond. 

 

 

 

Sosialir førleikar

 

Sunn sosialisering er avgerandi fyri menningina hjá børnum. Vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar eru dømi um stovnar, ið eru sniðgivnir til at fremja sunn sambond millum børn og teirra javnaldrar og millum børnini og tey vaksnu.

 

 

 

Fysisk menning

 

Atgongdin til grøn økir, sum til dømis viðarlundir ella onnur grøn økir, kann bøta munandi um førleikarnar hjá børnunum at hugsavna seg, bera seg sosialt at og varðveita uppmerksemi. Spæl í natúruni kann betra um rørsluligar førleikar, javnvágina og balansuna.

 

 

 

Felags foreldraráðið hevur í hyggju at tryggja, at hesi atlit verða tikin, tá ið stovnar verða bygdir ella umvældir, og at neyðugu fakligu atlitini somuleiðis verða tikin. Ráðið gleðir seg at fara í eitt støðugt og gott samstarv við Tórshavnar Býráð um hetta sera týðandi evni.

 

Meira kunnin um felags foreldraráðið finnur tú her:

 

Felags foreldraráðið 

 

 

 

Barbara Djurhuus, Forkvinna, Ólavur Jóannesarson Hansen, Næstformaður, Bergdís Ester Gisladóttir, Nevndarlimur, Jóhanna Maria Olsen, Nevndarlimur, Svanna í Gong, Nevndarlimur, Beinta Lisberg, 1. varalimur, Hans Fróði Jensen, 2. varalimur.