Seinasta leygardag var minningarhald í dómkirkjuni í Reykjavík í sambandi við, at tað vóru 100 ár liðin, síðan sluppin Anna av Toftum gekk burtur á Suðurlandinum í Íslandi.
Manningin varð jarðað úr hesu kirkju í Reykjavík.
Tað vóru 50 føroyingar, sum vóru komnir til Íslands at luttaka í minningarhaldinum. Harumframt vóru føroyingar í Íslandi og íslendskir føroyavinir við minningarhaldið.
Men tað serliga var, at íslendski forsetin og bispurin vóru við til hetta minningarhald, og forsetin hevði eisini eina heilsan í hesum sambandi.
Greitt verður nærri frá hesum minningarhaldi í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag. Í komandi viku verður eisini prædikan hjá prestinum, Gerhardi Jónsson Mikkelsen, endurgivin.