Forskatting hevur kostað 4 milliardir av haldførinum

Landskassin fekk í fjør 518 milliónir í skatti av framtíðar pensjónum hjá føroyingum. Higartil hevur forskattingin tikið slakar fýra milliardir krónur av haldføri landskassans

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálnum í svari til Una Holm Johannesen, sum hevur sett henni fyrispurning um málið.

 

Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin spurdi landsstýriskvinnuna soleiðis í einum grein 52a fyrispurningi:

 

1. Hvørjar eru framroknaðu mettu árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir næstu 15 árini, og hvat ger tað við haldførið í búskapinum?

 

2. Hvørjar hava árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir verið seinastu 10 árini?

 

Í svarinum sigur Ruth Vang eisni, at roknað verður við 520 mió. kr. í 2024.

 

– Fíggjarmálaráðið metir, at inntøkurnar frá skattinum av pensjónsinngjøldum fara at vaksa 3-4% árliga næstu nógvu árini. Tó er hugsandi, at vøksturin verður nakað størri fram til 2026, tí bundna eftirlønargjaldið hækkar sambært eftirlønarlógini úr 10% í 2024 til 12% í 2026. Frá 2027 og frameftir verður bundna eftirlønargjaldið 12% sambært eftirlønarlógini.

 

Seinastu 10 árini hevur forskattingin av pensjónum givið landskassanum 3,8 milliardir krónum í inntøkum. Hetta eru pengur, sum eru tiknir úr framtíðar haldførinum hjá landskassanum, tí at pengarnir annars vórðu rindaðir landskassanum samstundis, sum pensjónin hevði verið útgoldin.

 

##med2##

 

Talvan vísir, hvussu stór inntøka landskassans av forskattingini av pensjónunum hevur verið árini 2014-2023

 

Viðvíkjandi spurninginum hjá Una Holm Johannesen um, hvat forskattingin av pensjónunum ger við haldførið hjá búskapinum, vísir landsstýriskvinnan til frágreiðingina frá Búskaparráðnum á heysti 2016, tekstkassi 4, bls. 48-49.

 

Tekstkassin er endurgivin niðanfyri:

 

“Tekstkassi 4

 

Forskattingin av pensiónum og versnanin av fíggjarliga haldførinum Í undanfarna valskeiði fingu hægru inntøkubólkarnir ein skattalætta, ið segðist verða fíggjaður við at forskatta øll framtíðar pensiónsinngjøld við 40%. Reglan áðrenn hesa broyting var skattafrádráttur fyri pensiónsinngjøld og skatting (eftirskatting) av pensiónsútgjøldum við útgjald (35% fyri kapitalpensión og vanligur skattur fyri onnur pensiónssløg).

 

Fyri fíggjarliga haldføri almenna geirans merkti hetta at framtíðar inntøkur og framtíðar nýtslumøguleikar almenna geirans – stavandi frá framtíðar eftirskatti av pensiónsútgjøldum – nú vórðu “offrað” til frama fyri “her-og-nú-nýtslu” av skattainntøkunum frá forskattingini.

 

 

 

Vit kunnu siga at givið skattalættan til hægru inntøkubólkarnar (minking av almennum

 

inntøkum), var tað forskattingin av pensiónum (vøkstur í almennu inntøkunum), sum gjørdi tað møguligt at fáa peningin til vega til “her-og-nú-fígging” av eldrarøktarøkinum í kommunalum regi.

 

Eisini kann sigast, at tað sum eftir gomlu reglunum (tvs. eftirskatting) skuldi goymast til seinni brúk, beinan vegin var tikið inn og brúkt – brúkt til skattalætta fyri hægru inntøkubólkarnar.

 

Eingi atlit vóru tikin til at goyma, (og ikki at nýta) peningin frá forskattingini til at rinda fyri framtíðar útreiðslutørvir almenna geirans, ið vit vita fara at vaksa stórliga í komandi árum.

 

Eingi tiltøk vóru gjørd til tess at fíggja skattalættan á regluligan hátt - nevniliga við tilsvarandi at skerja útreiðslur almenna geirans, ella við at krevja tilsvarandi meira inn í øðrum skattum og avgjøldum. Okkara niðurstøða má tí vera at skattalættin var ófíggjaður, og at hann versnar um fíggjarliga haldføri almenna geirans.

 

Samstundis varð inntøkusíðan av eini nýggjari pensiónsskipan sett í verk. Hendan nýggja pensiónsskipan álegði øllum eftir eina 15-ára skiftistíð at gjalda inn 15% av inntøkuni til egna pensión; tey 15%-ini (fyri tey ið ikki longu rukku tey) skuldu røkkast eftir eini upp til 15-ára skiftistíð.

 

Eyðsæð veksur hendan pensións-nýskipanin um framtíðar føroysku pensións-uppsparingina, og harvið eisini um inntøkumøguleikar almenna geirans frá hesi somu pensiónsuppsparing.

 

Vøksturin av pensiónsuppsparingini merkir tískil – alt annað líka - ein bata fyri fíggjarliga haldføri almenna geirans.

 

Av tí at aldurstreytaði útreiðslutørvur almenna geirans fer at vaksa stórliga í komandi árum, hevði ein eftirskatting av pensiónsútgjøldunum borið við sær at peningurin var meira rættstundis tøkur, tá brúk var fyri honum. Skuldi hetta seinasta eisini verið lúkað við forskatting, skuldi peningurin frá eini forskatting ikki verið nýttur her-og-nú, men goymdur til seinni brúk. Varð útreiðslutørvurin hjá almenna geiranum hinvegin vaksandi í næstkomandi árum, og við útliti til minking skjótt eftir tað, kundi ein forskatting verið upp á sítt pláss. Hetta broytir ikki okkara omanfyri standandi niðurstøðu um forskattingina av pensiónum og nýtsluna av henni í givna førinum, og avleiðingarnar fyri fíggjarliga haldførið.

 

Viðhvørt hevur verið ført fram frá politiskari síðu at ein skattalætti til háinntøkurnar fíggjar seg sjálvan gjøgnum størri arbeiðsvirkni (arbeiðsútboð), og økta privata nýtslu (eftirspurning), og harvið eisini avleitt økt arbeiðsvirkni, og harvið øktar skattainntøkur – tvs. við eini “niðurseyring” frá hægru til lægru inntøkubólkarnar. Vit kunnu ikki avvísa at hetta partvíst kann gera seg galdandi – viðhvørt, og viðhvørt ikki. Hinvegin ber til at staðfesta at ein skattalætti ongantíð fíggjar seg sjálvan fult út, og tí er altíð neyðugt við tiltøkum á annahvørt inntøku- ella útreiðslusíðuni. Samljóðandi empiriskir búskaparlitteraturar um “niðurseyringsástøðið” eru ringir at finna.”

 

Inntøkurnar av at forskatta pensjónir síðstu árini eru vístar í talvuni niðanfyri í mió. kr.:

 

##med3##

 

Fíggingarmyndilin viðvíkjandi eldraøkinum í sambandi við, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá 1. januar 2015 hevur við sær, at allur skatturin av pensjónsinngjøldum fellur til kommunurnar frá 2015 og frameftir.