Tíðliga gjáramorgunin hevði løgreglan eitt mál um ein persón, sum hevði fingið skaða í høvdið. Tá var ikki greitt, júst hvat var farið fram og hvussu tað varð hent, men løgreglan hevði ein varhuga av, at fleiri fólk vóru farin til hendurs.
Men í morgun sigur vaktleiðarin hjá løgregluni, at tey nú hava kannað málið nærri. Og at talan var um fleiri mans, sum fóru til hendurs inni í Sentrum, sum er eitt pizzaria í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn.
– Vit hava fingið fatur á myndunum frá vakmyndatólunum, og har sæst týðuliga, hvørjir teir eru, sum eru farnir til hendurs, sigur hann.
– Vit hava ikki tosað við menninar enn, men vit vita, hvørjir teir eru og hvør skal hava hvat, og har verða onkrar skuldsetingar, sigur vaktleiðarin.
Vaktleiðarin leggur afturat, at hetta var bardagi millum nakrar menn, sum vóru inn í Sentrum, og at starvsfólk ikki vóru uppií.