Fótbóltur: Óvæntað leikaraskifti – Flanagan til HB Køge

HB Køge, ið spæla í næstbestu donsku deildini, boðaðu í morgun frá, at teir hava gjørt sáttmála við fyrrverandi Liverpool leikaran, Jon Flanagan.

 

 

Ein ógvuliga óvæntað leikaraflyting bleiv í morgun váttað. HB Køge, ið spæla í næstbestu donsku deildini, boðaðu í morgun frá, at teir hava gjørt sáttmála við fyrrverandi Liverpool leikaran, Jon Flanagan. Høgribakkurin, sum eisini kann spæla á vinstra bakki, hevur verið darvaður av skaðum seinastu árini. Tó heldur umboðsstjórin í HB Køge, Per Rud, at Flanagan kan blíva ein týdningarmikil spælari fyri liðið.

 

Tað var nýggi venjarin í felagnum, Daniel Agger, sum átti størstan lut í leikaraskiftinum. Agger, ið spældi saman við Flanagani, greiðir frá at hann setti seg í samband við fyrrverandi arbeiðsgevara hjá Flanagan – nevniliga Rangers, har Gerrard er venjari. Hetta var fyri at fáa eina fatan um hvussu standurin hjá verjuspælaranum var.

 

Flanagan hevur júst verið sáttmálabundin at Belgiska felagnum Charleroi. Hann spældi ongan dyst fyri felagið, og stóð hann undan skiftinum til HB Køge uttan sáttmála. Tað er nú hálvt annað ár síðani, at Flanagan seinast spældi ein dyst. Spennandi verður at síggja, um eydnan verður við honum á flatlondum.