Framtíðin hjá Sølva er upp á pláss

Landsliðsspælarin hevur gjørt nýggjan sáttmála

Sølvi Vatnhamar hevur longt sáttmálan við Víking við tveimum árum. Tað hevur sjáldan verið ivi um framtíðina hjá leirvíkinginum, sum bara hevur umboðað Víking í bestu deildini.

 

35 ára gamli miðvallarin hevur aftur í ár verið ein av berandi kreftunum hjá Víkingi. Leikluturin hevur verið nakað meiri verjukendur, enn undanfarnu árini, men har trívst hann eisini.

 

Tað er gott lag í Víkingi í løtuni. Liðið liggur eitt sindur óvæntað á øðrum plássi, eftir at hava verið uttanfyri Evropa-plássini síðani meistaraheitini í 2016 og 2017. Víkingur hevur í seinastuni longt sáttmálan við Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen, og nú Sølva Vatnhamar.

 

– Okkara Sølvi hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Vit kenna øll Sølva, hann hevur verið berandi á okkara besta liðið í óteljandi ár, samstundis sum hann er ein av royndastu leikarunum á føroyska landsliðnum. Sølvi er ein fyrimynd í okkara felagið, og hevur hann heilt sikkurt nógv eftir at geva okkara ungu leikarum - Bæði í Betri hópinum og longri niðri í rekkjunum, skrivar Víkingur.

 

Víkingur spælir 27. juli móti NSÍ á heimavølli.