Fredrikstad og Sandnes fingu mótstøðulið úr lægri deildum

Liðið hjá Noah Mneney, Bryne fekk eitt torført lutakast til áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini

Norska fótbóltssambandið hevur drigið um hvørji lið skulu møtast í áttandapartsfinalunum í steypakappingini.

 

Mikkjal K. Thomassen, Brandur Hendriksson, Jóannes Bjartalíð og hinir í Fredrikstad møta Raufoss úr næstbestu deildini á útivølli, og tí stendur Fredrikstad við einum góðum møguleika at røkka fjórðingsfinalunum.

 

Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes møta Eidsvold Turn á útivølli. Eidsvold spælir í triðbestu deildini. 

 

Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne fingu eitt torført lutakast. Teir skulu á útivølli spæla móti Stabæk úr bestu deildini.

 

Áttandapartsfinalurnar vera spældar í komandi viku.