Frystilínuskip fiska - ísfiskalínuskip liggja

- Streymurin batnar, men hesaferð verður hann ongantíð heilt góður, verður sagt um útlitini til útróður í næstu viku.

 

Fiskivarði er eitt av teimum smáu línuskipunum, sum hava egningarmaskinu.

Tá Fiskamarknaður Føroya fyri viku síðan greiddi frá útlitunum til ráfiskanøgdir í vikuni eftir, varð sagt, at bara eitt ísfiskalínuskip var til fiskiskap.

 

Í dag - eina viku seinni - er sambært Fiskamarknaði Føroya einki ísfiskalínuskip til fiskiskap. Tað merkir, at lítil drift hevur verið hjá ísfiskalínuskipunum seinastu tíðina.

 

Hinvegin eru øll frystilínuskipini - uttan tað eina - til fiskiskap í løtuni. Sagt verður tó einki um, hvar frystilínuskipini eru, men helst eru tey flestu í føroyskum sjógvi.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin batnar, men hesaferð verður hann ongantíð heilt góður. 

 

- Veðrið er eisini óstøðugt, og tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

 

 

Fiskivarði er eitt av teimum smáu línuskipunum, sum hava egningarmaskinu.