Frystilínuskipini góðan fiskiskap í útlendskum sjógvi

Eitt fiskar í grønlendskum sjógvi; hini eru øll í íslendskum sjógvi, og frystilínuskipini hava góðan fiskiskap.

 

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av hýsu og toski, og skipið kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku.  

 

Meðan bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap, eru øll frystilínuskipini úti. Eitt er í grønlendskum sjógvi, og hini eru øll í íslendskum sjógvi. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og nakað av øðrum fiskasløgum. 

 

- Frystilínuskipini hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.

 

Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og tað verður høgætt alla vikuna. Tí er ikki væntandi, at tað verður so nógvur útróður í næstu viku.

 

- Teir stóru útróðrabátarnir gera tó helst onkran túr, og teir fáa mest av hýsu og nakað av toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.