FSF: Atgongumerkjasølan byrjar í morgin

Mikudagin 14. juli verða fyrstu atgongumerkini, sum A-landsliðið við monnum skal spæla á heimavølli í heyst, sett til sølu í Nethandilinum á FSF.fo

 

Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í alt sjey HM-undankappingardystir í september, oktober og november mánað – fimm á heimavølli og tveir á útivølli.

 

Fótbóltssambandið vónar, at tað verður møguleiki at loyva áskoðarum til dystirnar. Frá mikudegnum 14. juli klokkan 10:00 verður ”Landsliðspakkin”, ið gevur føroysku landsliðsfjepparunum atgongd til allar fimm heimadystirnar, settur til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Kostnaðurin er  1.000 krónur fyri bólk 103-106, 750 krónur fyri bólk 107-108 og 500 krónur fyri bólk 109-113. Landsliðspakkin verður seldur við “koronauppseting”, har annað hvørt rað er avlæst. Í alt verða 1.156 landsliðspakkar settir til sølu.

 

– Sølan av Landsliðspakkum er bert opin fyri føroyskum IP-adressum. Um tað eru føroyskir fjepparar, ið eru staddir uttanlands og tí ikki fáa keypt gjøgnum netsøluna, kunnu hesir seta seg í samband við Fótbóltssamband Føroya umvegis teldupost, fsf(at)fsf.fo, skrrivar Fótbóltssambandið.

 

Dystaskráin 2021:

 

1. sept. Føroyar – Ísrael

 

4. sept. Føroyar – Danmark

 

7. sept. Føroyar – Moldova

 

9. okt. Føroyar – Eysturríki

 

12. okt. Føroyar – Skotland

 

Allir dystirnir byrja klokkan 19:45. Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november, verður kunnað um seinni.