Fuglfirðingar hava verið klaksvíkingum boysnir

Allir ÍF spælararnir eru tøkir, meðan fleiri hjá KÍ eru skaddir, nú setningurin er at vinna 12. sigurin á rað

Uppflytararnir í Fuglafirði fáa seinnapartin vitjan av tvífalda meistaraliðnum KÍ, sum er suverent topplið. Setningurin hjá KÍ er at vinna 12. sigurin á rað. Hjá ÍF snýr tað seg um at lyfta seg burtur frá niðurflytingarstrikuni, sum liðið er dottið alt nærri at, nú tað ikki er eydnast at vinna úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar.

 

6. mai var ÍF í Klaksvík, og tá noyddust heimamenninir av álvara at stríðast fyri sigrinum. KÍ vann 1-0, men ÍF bjóðaði favorittunum av álvara av, og um marginalirnir vóru við, so kundi tað væl verið, at tað endaði javnt.

 

Hjá ÍF er Hans Jákup Lervig tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður, tá ið tað á Eiði endaði við teprum 2-1 tapi.

 

Hjá KÍ var málverjin Markus Olsen Pettersen skaddur undir upphitingini mikukvøldið, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-1 ímóti B36. Tá stóð Hannis Matras fyri fyrstu ferð í málinum á besta KÍ liðnum. Hann stóð seg væl, og tað verður ivaleyst hann, sum fer at verja málið í Fuglafirði í dag. Jóannes K. Danielsen er vøddaskaddur, Jonn Johannesen er langtíðarskaddur í fótinum, og Hallur Hansson venur fyri at koma fyri seg, eftir at hann í fjør sleit krossbandið.