Fundur um lútaíbúðarbygging

Um fáar dagar skipar áhugabólkurin ”Lutaíbúðir” fyri kunnandi fundi um lutaíbúðabygging í Føroyum, í hesum føri fyrst og fremst í miðstaðarøkinum.

 

Lógargrundarlagið fyri tílíkari bygging er nærum 12 ár, men enn er lítið komið burturúr. Nakrar fáar íbúðir, sum eru komnar, eru smíðaðar í samstarvi við «Bústaðir». Men tær eru ov fáar til, at tær nøkta ovurstóra íbúðatørvin kring landið, serliga á størru plássunum og í miðstaðarøkinum.

 

Tí skipa vit í áhugabólkinum «Lutaíbúðir» fyri hesum kunnandi fundinum á Finsen komandi mikukvøld klokkan sjey. Skráin verður fjøltáttað: har verður greitt frá, hvussu ætlanin er at byggja, hvørjar fíggjarligar avbjóðinger eru, og hvussu skipanin er skrúvað saman løgfrøðiliga, umframt hvørja ávirkan tílík bygging kann fáa á íbúðaspurningin og onnur samfelagsviðurskifti í tí sambandi.

 

Tiltakið er ókeypis, og øll áhugað eru vælkomin at søkja sær meira vitan um lutaíbúðabygging yvirhøvur.

 

Fyri áhugabólkin «Lutaíbúðir»

 

Hans J. Hermansen