Fútin: Vit hava tamarhald á smittuni

Gongdin við koronusmittuni er støðug í løtuni, sigur Michael Boolsen, fúti

##med2##

 

Føroysku myndugleikarnir hava tamarhald á koronusmittuni, hóast 8 til 10 tilburðir verða staðfestir um dagin.

 

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, sum er formaður í Farsóttarnevndini.

 

– Smittutalið liggur javnt, og tað rennir ikki frá okkum, og tí halda vit, at um vit halda fram við at kanna við markið, so klára vit eisini handfara støðuna, sigur Michael Boolsen við FM1.

 

Farsóttarnevndin hevði fund í gjár, og har avgjørdi hon at mæla til, at koronukanningarnar við marið skulu halda fram til endan av august. Nevndin hevði onkur smærri tilmæli til landsstýrið afturat, men einki, sum fer at broyta munandi um tilmælini í sambandi við koronu.

 

– Tað eru framvegs fólk, sum verða smittað í Føroyum, og summi koma til landið við smittu. Tað skulu vit royna at halda niðri, sigur Michael Boolsen við FM1.