Fýra av fimm føroyingaliðum víðari í steypakappingini í Noregi

Egersund hjá Patriki Johannesen var einasta føroyingaliðið sum ikki vann seg víðari í norsku steypakappingini í dag

Ári Mohr Jónsson skoraði fyrsta málið tá Sandnes ULF vann seg víðari í norsku steypakappingini

Ári Mohr Jónsson skoraði fyrsta málið tá Sandnes ULF vann seg víðari í norsku steypakappingini

Hetta vikuskiftið er fyrsta høvuðsumfarið í norsku steypakappingini. Regulin er, at liðið úr lægri deildini hevur heimavøll móti liðnum úr hægri deildini.

 

Í Noreg er fyrsta høvuðsumfarið eisini skipað soleiðis, at talan er í flestu førum um eina uppgerð millum tvey lið úr sama øki í Noregi.

 

Í dag eydnaðist tað fýra av fimm føroyingaliðum at vinna seg víðari í kappingini. 

 

Liðið hjá Gilla R. Sørensen, Odd sum spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini hevði trupuleikar av EIK Tønsberg, ið spælir í fjórðbestu deildini.  Ikki fyrrenn í 89. minutti eydnaðist tað Odd at skora sigursmálið til 1-0, men tað var so nóg mikið til at vinna seg víðari í kappingini. 

 

Ári Mohr Jónsson skoraði fyrsta málið tá lið hansara, Sandnes ULF sum spælir í næstbestu deildini vann 3-0 á lítla Stavanger-liðnum, Brodd á útivølli.

 

Liðið hjá Rógva Baldvinsson og Meinhardi E. Olsen, Bryne sum spælir í næstbestu deildini vann 4-0 á Hinna úr triðbestu deildini. Bryne skoraði tvey mál í hvørjum hálvleiki, men eingin føroyskur málskjútti var í dag.

 

Liðið hjá Jann Benjaminsen, Hødd sum spælir í triðbestu deildini vann 3-0 á Herd, ið spælir í fjórðbestu deildini. Jann var ikki millum málskjúttarnar hjá Hødd.

 

Einasti føroyingurin sum stóð eftir við svartaperi í dag var Patrik Johannesen. Egersund sum spælir í triðbestu deildini tapti 1-2 fyri Vidar á útivølli. Vidar spælir í fjórðbestu deildini. Einasti uggi er, at Patrik Johannesen skoraði málið hjá Egersund í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ári Mohr Jónsson skoraði fyrsta málið tá Sandnes ULF vann seg víðari í norsku steypakappingini

Ári Mohr Jónsson skoraði fyrsta málið tá Sandnes ULF vann seg víðari í norsku steypakappingini