Fýra bilførarar tiknir við kenning

Serlig fyri ein útlending kann tað verða dýrt

Sum heild hevur hetta vikuskiftið verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan. Tað hevur verið nógv fólk í býnum og løgreglan hevur eisini gjørt nógv burtur úr at vera út ímillum fólk. Og í einstøkum førum hevur tað eisini eydnast løgregluni at leggja uppí, har fólk vóru komin til ilnar, so at tað ikki hendi meiri.

 

Men hetta vikuskiftið hevur løgreglan eisini tikið fýra bilførarar fyri at koyra við kenning. Tveir vórðu tiknir leygarnáttina og tveir vórðu tiknir í nátt. Blóroyndir eru tiknar av teimum, og veldst úrslitið um, hvat so hendur.

 

Men tann eini bilførarin, sum varð tikin í nátt, var ein útlendingur, sum var komin higar at arbeiða. Og tað kann verða honum ein dýr søga, tí løgreglan sigur, at í slíkum førum er tað ikki óvanligt, at teir verða uppsagdir og sendir heim aftur.

 

Hinvegin skal málið eisini avgerast beinanvegin, so at hann ikki fer av landinum undan revsingini og slík mál verða oftast avgjørd við eini ríviligari bót.