Fýra fólk eru løstað í russiskum marknaðbýi

Myndugleikarnir í russisku regiónini, Krasnodar, siga eisini, at eitt ukrainskt dronuálop hevur sett eld í oljureinsaríið Afipskyj við Svartahavið.

Myndin er frá einum øðrum álopi, sum skal vera framt móti Belgorod-regiónini á markinum til Ukraina.

Russland vil vera við, at eitt rakettálop hevur sært fýra fólk í býnum, Sjebekino í Belgorod-regiónini á markinum til Ukraina.

 

Hildið verður, at tað er ukrainski herurin, sum stendur aftanfyri álopið.

 

Guvernørurin í russisku regiónini, Vjatsjeslav Gladkov, sigur, at hetta er triðju ferð í eina viku, at býurin verður raktur av ukrainskum rakettálopum.

 

- Fýra fólk hava fingið løstir. Haraftrat eru bygningar oyðilagdir, og eldur er í bilum í gøtunum.

 

Myndugleikarnir í russisku regiónini, Krasnodar, siga eisini, at eitt ukrainskt dronuálop eisini hevur sett eld í oljureinsaríið Afipskyj við Svartahavið.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.

 

 

 

Myndin er frá einum øðrum álopi, sum skal vera framt móti Belgorod-regiónini á markinum til Ukraina.