Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir eru undir Føroyum og fáa mest av hýsu og toski.
- Ísfskalínuskipið kemur inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Sagt verður, at fýra frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og trý frystilínuskip fiska undir Føroyum.
- Restin av línuskipunum liggja, men væntandi loysa onkur línuskip aftrat í næstum, verður lagt aftrat.
Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður góður, men harðnar, sum næsta vika gongur.
- Veðrið verður ikki so gott, og tí vænta vit ikki nógvan útróður. Kanska onkur av teimum størru útróðrarbátunum ger onkran túr, verður lagt aftrat.