Tvey pør farin á gulllaksaveiði

Gulllaksavertíðin er byrjað. Tvey pør eru farin, og skjótt loysir eisini Eysturbúgvin.

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør á upsaveiði. Tey fáa eisini nakað av hjáveiði, men skipini hava smáligan fiskiskap eftir upsa.

 

Nú er gulllaksavertíðin eisini byrjað, og hon varar vanliga til einaferð tíðliga á heysti. Tvey partrolarapør eru farin á gulllaksaveiði.

 

Um nakrar dagar loysir nýggi Eysturbúgvin, og teir fara eisini at fiska gulllaks í vertíðini hesaferð. Sjey mans verða við skipinum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir koma inn at landa tíðliga í hesi vikuni.

 

- Ein frystitrolari fiskar svartkalva, og ein annars er á beding, verður lagt aftrat.

 

Í løtuni eru seks av teimum smáu trolbátunum norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

- Vit rokna við, at allir trolbátarnir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Fiskiskapurin eftir svartkalva er misjavnur, men teir, sum fiska havtasku, hava brúkiligan fiskiskap.

 

Øll garnaskipini koma inn at landa í hesi vikuni.