Fýra smittað í trimum býum í Grønlandi

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, er órógvaður um koronu-støðuna í landinum í løtuni.

 

 

Grønland er higartll sloppið rímiliga væl í koronu-farsóttini, sum hevur herjað um allan heim, men tíðliga í summar hevur landið havt nakrar tilburðir, sum í byrjanini kundu sporast aftur tll verkætlanina við flogvallarbygging í Nuuk, har nakrir tilburðir hava verið.

 

Í gjár, leygardagin, vórðu fýra tilburðir staðfestir kring um í landinum - tveir í Qaqortoq, ein í Ilulissat og ein í Nuuk. Haraftrat er ein persónur staðfestur positivur fyri nøkrum døgum síðan. Soleiðis eru covid-19 tilburðirnir í Grønlandi í løtuni fimm í tali.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, heldur, at støðan í løtuni við koronu í Grønlandi er órógvandi, tí tað eru nøkur hundrað, sum eru komin við flogførum, ið nú verða eggjað til at lata seg kanna fyri covid-19.

 

Henrik L. Hansen sigur við Sermitsiaq, at talan er um fólk, sum eru komin úr Danmark til Grønlands, og í hesum føri vóru øll trý, sum høvdu koronu, í sama flogfari. Hin eini, sum kom úr Danmark til Qaqortoq, hevur smittað ein annan, sum hevði fingið fulla koppseting.

 

- Tað er væl kent, at eisini fólk, sum hava fingið báðar koppsetingarnar, kunnu gerast smittað - og kunnu smitta onnur. Tí verður eggjað øllum í flogfarinum at ansa sera væl eftir covid-19 sjúkueyðkennum og at seta seg í samband við heilsuverkið, um so er.

 

Landslæknin, Henrik L. Hansen, sigur, at tað er ongantíð hent áður, síðan farsóttin tók seg upp, at trý smittað eru komin við saman flogfari til Grønlands, soleiðis sum støðan var í hesum føri.

 

Í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, verður lagt aftrat, at eingin av teimum smittaðu er álvarsliga sjúkur. Tey eru nú øll í sóttarhaldi, og tað er einki, sum bendir á, at reglurnar um sóttarhald ikki vera hildnar.

 

- Hin eini smittaði hevur orsakað av vánaligum veðurlíkindum verið víða um, og tí er nærliggjandi at hugsa sær, at hesin kann hava smittað onnur, sigur landslæknin, Henrik L. Hansen, sum leggur aftrat, at enn er ikki staðfest, um talan er um delta-frábrigdið, ið tey fýra eru fongd við.