Fýra stig í part til Víking og HB

Í teimum trimum innanhýsis dystunum millum Víking og HB vunnu liðini fýra stig í part

Aftaná 2-1 sigurin hjá Víkingi á HB á ovara vølli í Gundadali ígjár kunnu vit staðfesta, at liðini í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini hetta kappingarárið vunnu fýra stig hvør.

 

Fyrsti dysturin endaði við javnleiki, annar dysturin endaði við sigri til HB og triði dysturin endaði við sigri til Víking.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 4-3 til HB.

 

HB-Víkingur 1-1 (1-0) - 25. apríl

 

Víkingur-HB 0-2 (0-1) - 24. mai

 

HB-Víkingur 1-2 (0-2) - 19. september

 

Kelda: FaroeSoccer