Fyrrverandi spælari hjá NSÍ til 07 Vestur

Betri deildin menn: Mikkel Jakobsen er aftur í føroyskum fótbólti

Danski Mikkel Jakobsen er aftur í føroyskum fótbólti. Hann hevur skift til 07 Vestur. Tað boðar felagið frá í dag. Mikkel Jakobsen er kent andlit í Føroyum. Hann spældi við NSÍ kappingarárið 2021. Hann fór tá til Íslands at spæla fótbólt. Hann hevur spælt við Leiknir og Vestri í Íslandi.

 

Annars byrjaði hann yrkisleiðina, tá ið hann fekk sáttmála við akademiið hjá FC Midtjylland. Har var hann, til hann skifti til Ringkøbing IF í 2020. Hann hevur eisini spælt við Kolding IF.

 

- Mikkel er offensivur miðvallari, sum fyri tað mesta hevur spælt vinstrumegin á miðjuni. Hann hevur spælt 62 dystir í næst- og triðbestu deildini í Danmark, 42 dystir í bestu og næstbestu deildini í Íslandi og 26 dysti í Betri deildini í Føroyum, skrivar 07 Vestur.

 

Í gjár legðist Teitur Olsen afturat hópinum, eftir at hann tók ein steðga eftir farna kappingarár.