Fyrstu borðtennisvinnararnir á Føroyaleikunum

Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir

Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir. Í einmansleiki hjá kvinnum vann Sólja Hilduberg Djurhuus. Nummar tvey bleiv Marin Elisabet Poulsen og Britt Michelsen vann bronsuna. Í einmansleiki hjá monnum bleiv tað Hallur Thorsteinsson, ið bleiv meistari á Føroyaleikunum. Nummar tvey bleiv Pætur Albinus og Peter H. Niclasen vann bronsu.

 

Í tvímansleiki hjá monnum vunnu Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus gull. Silvur vunnu Eyðun F. Ellendersen og Peter H. Niclasen, meðan Ári F. Jensen og Heri Lava Láadal vunnu bronsu. Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Marin Elisabet Poulsen og Sólja Hilduberg Djurhuus. Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu silvur.

 

Tey ungu kappaðust eisini. Borðtennissambandið skipaði fyri U-15 kapping á leikunum. Tað sæst, at nógvir av ungu spælarunum júst hava verið á venjingarlegu í Danmark og hava gjørt framstig síðstu tíðina. Hetta boðar frá góðum til kappingarárið, sum stendur fyri framman.

 

 

 

Einmansleikur – menn

 

1. Hallur Thorsteinsson

 

2. Pætur Albinus

 

3. Peter H. Niclasen

 

 

 

Einmansleikur – kvinnur

 

1. Sólja Hilduberg Djurhuus

 

2. Marin Elisabet Poulsen

 

3. Britt Michelsen

 

 

 

Tvímansleikur – menn

 

1. Hallur Thorsteinsson / Pætur Albinus

 

2. Eyðun F. Ellendersen / Peter H. Niclasen

 

3. Ári F. Jensen / Heri Lava Láadal

 

 

 

Tvímansleikur – kvinnur

 

1. Marin Elisabet Poulsen / Sólja Hilduberg Djurhuus

 

2. Anja Wongwai / Britt Michelsen

 

 

 

U15 einmansleikur:

 

1. Gunnar Vang Niclasen

 

2. Poul Knút Poulsen

 

3. Hans Jacob Petersen

 

 

 

U15 tvímansleikur:

 

1. Mattias Kerá / Jákup Margar Debess

 

2. Rasmus Teitsson í Skorini / Gunnar Vang Niclasen

 

3. Hans Jacob Petersen / Poul Knút Poulsen