Fýrverk fyri Firvaldi

5-mannafør kvinnur: Tvørakvinnur vunnu sannførandi sigur á jóansøku

Tað var fýrverk yvir Tvøroyri og Trongisvági, tá ið 5-mannaførini við kvinnum vóru farnar um málið í góðveðrinum á Tvøroyri, har tað í fínastu líkindum er jóansøkukappróður.

 

Firvaldur vann á fjarðastevnu á Skálafjørðinum næstsíðsta leygardag, og Firvaldur vann í heimasjógvi ídag. Tað ber við sær, at nú er Firvaldur fremstur í FM kappingini.

 

Firvaldur fleyg beinanvegin avstað. Eftir 100 metrar var Firvaldur hálvan skutin undan Bliki og Erlu Kongsdóttir, og síðani var ongantíð nakar ivi um, at Firvaldur fór at vinna. Erla Kongsdóttir kappaðist eina løtu við Blik um næstfremsta plássið. Ta kappingina vunnu tær úr Fuglafirði, men tær megnaðu einki at gera við Firvald. Manningin stórfegnaðist, og áskoðararnir stórfegnaðust um, at tað eydnaðist einum av bátunum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag at vinna á jóansøku á Tvøroyri.

 

Tíðirnar í hesum róðrinum eru ikki enn tøkar á rsf.fo

 

1Firvaldur 700
2Erla Kongsdóttir 600
3Blikur 500
4Tjaldrið 400
5Tambar 300
6Tekla 200
7Báran 100
8Spógvin 000
9Tarvurin 000
10Junkarin 000
11Malunarhav 000
12Ritan 000