Í seinnu hálvu av desember visti heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga, at gamla Sandshavið, fyrrverandi Fugltúgvan, er seld.
Sambært www.teyggjan.fo er skipið selt felagnum, HKO í Vestmanna, sum Háldan Haldansen eigur.
Hetta er sama felag, sum eigur frystilínuskipið Vesturhavið, fyrrverandi Kamb. Gamla Sandshavið hevur fingið navnið Vesturleitið.
Eyðvarur Petersen á Sandi, sum var skipari og ein av eigarunum av gamla Sandshavinum, váttar, at skipið er selt.
Tíðliga í fjør summar keypti Sp/f 31.01.2011, sum átti gamla Sandshavið, frystilínuskip úr Íslandi, og hetta skipið ber nú navnið Sandshavið.
Gamla Sandshavið, núverandi Vesturleitið, er ísfiskalínuskip, sum nú er heimahoyrandi í Vestmanna.