Gerrard bleiv settur í samband við Everton starv: Skelkaður og bilsin

Fyrrverandi liðskiparin og stjørnuspælari fyri Liverpool, Steven Gerrard, var fyri fáum mánaðum síðan settur í samband við venjarastarvið í Everton.

 

 

Fyrrverandi liðskiparin og stjørnuspælari fyri Liverpool, Steven Gerrard, var fyri fáum mánaðum síðan settur í samband við venjarastarvið í Everton. Hetta kom óvart á núverandi Rangers venjaran, ið sigur seg vera skelkaðan og bilsnan um tey leysatíðindi, sum hava verið.

 

Fyrrverandi Liverpool venjarin, Rafael Benitez, gjørdist nýggi Everton venjarin. Hetta var eisini umstrítt, men Gerrard heldur har vera ein týðiligan mun á leikluti og samband teirra við Liverpool.

 

 

 

–  Eg haldi ikki at avgerðin hjá Benitez tekur eins nógv á bóli samanborið við, um eg gjørdist venjari hjá teimum bláu. Benitez er ikki føddur í býnum, hann hevur ikki spælt ímóti Everton í 20 ár og er tískil ikki líka stórur partur av kappingarsinnaðu mentanini millum feløgini.

 

– Eg var ógvuliga skelkaður og bilsin, tá ið eg hoyrdi leysatíðindi um, at eg møguliga gjørdist nýggi Everton venjarin. Eg veit ikki hvar tíðindini komu frá, um tað bert var tíðindafjas ella um har veruliga varð lagdur seriøsur dentur á tað. Tað hevði aldrin verið ein møguleiki fyri meg, sum eg síggi uppá tað, sigur Gerrard.

 

Sunnudagin skulu Gerrard og Rangers í eldin, tá ið Real Madrid koma á vitjan. Hetta er ein vinardystur. Júst fráfarni Everton venjarin, Carlo Ancelotti, er venjari hjá Real M