Góða valevni: Plis stjæl mítt hugskot!

Sum ein eldhugaður havnarmaður í okkara vakra býi, eri eg noyddur at varpa ljós á eitt mál, sum er avgerandi fyri framtíðar menning og trivnað í Havn. Hetta snýr seg um øll tey, sum ikki eru til bóltspæl, kappróður ella svimjing, men heldur vilja standa á skateboard, løbehjul, rulliskoytum ella íðka parkour.

 

Vit hava øll merkt tómrúmið, ið er uppstaðið, eftir at einasta uttandura skatepark í Tórshavn varð rivin niður í hesum valskeiðinum, uttan at nakað kom í staðin. Vit tosa um skateparkina á Frælsinum.

 

Vaglið uttan Rasmus Effersøe

 

Ímynda tær, at Tórsvøllur ella svimjihøllin í Gundadalið vórðu rivin niður, og onki kom ístaðin. Tað hevði verið breaking news á øllum portalum, og nógv høvdu sikkurt ligið hálvdeyð á gólvinum ella enda á skaðastovuni við panikanfalli.

 

Tað tragikomiska er, at skateparkin hevði sama status sum Tórsvøllur og Svimjihøllin millum tey sum standa á skateboard, rulliskoytum, BMX og løbehjul, men har var ikki eitt orð nevnt um skateparkina nakrastaðni.

 

Hetta hevur síðani skapt eitt tómrúm hjá okkara ungu og virknu borgarum, sum nú mangla eitt stað til kropsliga rørslu og felagskap.

 

Loysnin

 

Eg havi eitt hugskot, sum eg vóni, tú tekur til tín, tí tað kann gagna øllum í Tórshavnar kommunu. Kom og geri eina uttandura skatepark, sum ikki bara er til skateboard, men eisini fyri tey, ið standa á rulliskoytum, løbehjul og hava áhuga í parkour.

 

Tað snilda við hesum er, at tað er øgiliga einfalt. Hetta er ein eingangsíløga, sum øll kunnu brúka. Tá parkin er sett í verðina verður einki limagjald ella gjald fyri leigu, hita ella streym. Hetta verður ein mentanarligur miðdepil, har øll - uttan mun til fíggjarliga støðu, aldur ella kyn - kunnu koma saman og hugna sær púra ókeypis. Nakað vit hava akuttan tørv á í hesum døgjm, har alt kostar ein hálvan bóndagarð.

 

Bestu ráðgeving í heiminum... púra ókeypis!

 

Vit hava longu tryggjað okkum eitt frálíkt ráðgevingar- og menningartoymi: Sjálvur Tony Hawk og hansara toymi hava játtað at hjálpa okkum frá a til z púra ókeypis. Um tú ikki kennir Tony Hawk, so er hann bæði Messi, Ronaldo og Maradona í senn innan skateboarding. Hetta er sostatt eitt samstarv, sum tryggjar eina skatepark av allarbestu góðsku og lyftir karmarnar í Tórshavn upp á eitt altjóða støði.

 

So leingi ongin skatepark er, so verður virksemið tíverri flutt út á gøtuna, sum ikki bara skapar ótryggleika, men eisini økir munandi um vandan fyri óhappum.

 

Stjæl endiliga hugskoti

 

Tí biðji eg tykkum, valevni, stjælið endiliga hugskotið og spæl, at tað er títt. So leingi tú stuðlar og arbeiðir fyri einari uttandura skatepark, so skulu vit nokk stuðla og hjálpa tær, alt tað vit kunnu. Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum í Skatefelagnum fyri at sparra og samstarva. Vit hava nokk av tilfari, vitan og royndum, tað er bara at spyrja. Vit deila fegin.

 

Latið okkum saman skapa eitt betri og meira virkið Tórshavn fyri okkara borgarar, bæði nú og í framtíðini.

 

Vinarliga

 

Hergeir Staksberg, næstformaður í Skatefelagnum