Góðar royndir við sjóvarfalsorku

Royndarkoyringin við nýggja Minesto Dragon Class 4 orkuverkinum í Vestmannasundi, sum eisini umfataði elframleiðslu og sannroynslu av kjarnufunktionalitetumriggaði væl.

Tað skrivar SEV. Sjóvarfalsdrekin byrjaði beinanvegin at framleiða elorku inn á netið, og royndarkoyringin hevur gingið eftir ætlan.

 

– Tað er ein fragd at kunna boða frá, at fyrsta vikan við royndarkoyring av Dragon Class 4 hevur gingið væl. Allir staklutir hava virkað eftir ætlan, og elorka er framleidd inn á netið, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

 

– Vit fóru undir elframleiðslu fyrsta dagin, so skjótt sum allar neyðugar forkanningar vóru gjørdar á fyrsta sjóvarfallinum. Dragon 4 roynist sera væl, og vit fara nú undir arbeiðið at fínjusterað stýriskipanina, so at sum mest av elframleiðslu fæst burturúr, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur stjóri í Minesto.

 

##med2##