Sambært Fiskamarknaði Føroya eru seks frystilínuskip til fiskiskap í løtuni - trý í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum, og eitt er í grønlendskum sjógvi. Her liggur Eivind við bryggju í Havn.

Góður streymur alla næstu viku

Tað eru ikki so nógv línuskip til fiskiskap í løtuni, sum tey onkuntíð eru. Frystilínuskipini eru seks í tali, og bara eitt ísfiskalínuskip er úti.

Sambært Fiskamarknaði Føroya eru seks frystilínuskip til fiskiskap í løtuni - trý í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum, og eitt er í grønlendskum sjógvi. Her liggur Eivind við bryggju í Havn.

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og longu og koma inn at landa í næstu viku. 

 

- Væntandi fer okkurt ísfiskalínuskip aftrat avstað í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. 

 

Seks frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Trý eru í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum sjógvi, og eitt er í grønlendskum sjógvi.

 

- Okkurt av skipunum kemur inn at landa í næstu viku. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður góður alla næstu viku, men veðrið verður skiftandi.

 

- So, helst verður onkur útróðrardagur hjá teimum størru bátunum, men neyvan hjá teimum smærru.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og eitt sløð av toski.

 

 

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya eru seks frystilínuskip til fiskiskap í løtuni - trý í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum, og eitt er í grønlendskum sjógvi. Her liggur Eivind við bryggju í Havn.