Golf: Teir yngstu hava lagt seg á odda

Veðrið var av tí besta, og vøllurin so frægur, sum hann ikki hevur verið fyrr, tá fyrri dagurin í golfkappingini til Føroyaleikirnar varð hildin í gjár. Nøkur avboð komu í seinastu løtu, so luttøkan gjørdist 14 til kappingina tvær ferðir 18 hol, og sjey til kappingina í tvær ferðir níggju hol.

 

Í kappingini yvir 18 hol vórðu tað teir báðir yngstu spælararnir, Emil Dahl Jakobsen og Jens Guttesen, sum løgdu seg á odda. Emil Dahl Jakobsen brúkti 83 sløg í gjár, og Jens Guttesen tvey sløg fleiri.

 

Teimum á baki komu Líggjas Jógvansson við 88 sløgum, og Óli Edvard Olsen og Óskar Eiriksson, sum báðir brúktu 89 sløg. Annað og avgerandi umfarið byrjaði í morgun. Í kappingini yvir 9 hol, sum er fyri eldri spælarar og nýbyrjarar, hevur Julius Johannesen lagt seg greitt á odda við 48 sløgum.

 

Óli Jacobsen brúkti 53 sløg, Viggo Johannesen 54 og Mogens Brix 55. Annað umfar byraði fyrra partin. Eftir ætlan verður heiðursmerkjahandanin klokkan 15.00.