Gongd komin aftur á bilasøluna

116 fleiri bilar vórðu seldir ársins fyrstu tríggjar mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Og tá er vert at hava í huga, at koronukreppan byrjaði ikki fyrr enn 12. mars í fjør – og tí er sølan av nýggjum bilum ársins fyrstu tríggjar mánaðir betri enn tann »normala« sølan var sama tíðarskeið í fjør.

Sum altíð, so eru tað serliga persónbilarnir, sum verða mest seldir. Higartil í ár eru seldir 560 persónbilar í mun til 453 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein framgongd upp á 107 bilar. Men bara í mars í ár eru seldir 155 fleiri bilar, enn í mars í fjør. Í mars í ár eru seldir 274 nýggir bilar í mun til 119 í mars í fjør.

##med2##

Talvan vísir skráseting av nýggjum akførum fyri tíðarskeið januar-mars í 2021 og í 2020