Gongur væl hjá makrelskipunum

Føroysku makrelskipini hava havt góðan fiskiskap seinastu dagarnar.

Tummas T hjá Varðanum í Gøtu.

Heimasíðan jn.fo hevur tosað við Virgar Fagraklett, skipara á Tummas T hjá Varðanum, og hann segði við heimasíðuna í gjárkvøldið, at tá høvdu skipini, sum royna norður móti markinum havt góðan fiskiskap seinastu tveir dagarnar, og at tað vóru fleiri føroysk skip, sum royna har á leiðini.

 

Tummas T hevði verið á feltinum í hálvtannað døgn, men so var kósin sett móti Føroyum við 540 tonsum, sum skipið landar á Tvøroyri í dag.

 

 

 

 

 

Tummas T hjá Varðanum í Gøtu.