Grieg setir helvtina minni út í Ný Foundlandi

Orsøkin er, sigur felagið, at covid-19 hevur gjørt tað trupult at fáa nóg mikið av rognum til smoltstøðina í Ný Foundlandi.

 

 

Sambært iLaks fer norski alirisin Grieg Seafood at seta nógv minni smolt út í Ný Foundlandi í ár, enn felagið annars hevði ætlað sær.

 

Felagið sigur, at tað eru samskipanartrupulleikar - ella logstikkurin - sum er trupul í økinum.

 

Sum skilst, verður útsetingin ein miljón smolt, sum annars varð ætlað at vera tvær miljónir smolt.

 

Orsøkin er, sigur felagið, at covid-19 hevur gjørt tað trupult at fáa nóg mikið av rognum til smoltstøðina hjá felagnum í Maristown í Ný Foundlandi.

 

Hetta sigur Gried Seafood í einari fráboðan á Tvitter, sum iLaks endurgevur.