Klokkan var farin av hálvgumsjey, tá ið B68 ferðalagið, sum hevði verið í Hvalba og spælt fótbólt, sigldi seg fram á grind.
Tað var nakað suður úr Borðini. Ovi Brim prestur, sum var ein av spælarunum umborð á skjóttgangandi bátinum, sum hevði fraktað toftamenn suður á Hvalba og nú var á veg norðuraftur, greiddi in.fo frá, at teir í dýrdarveðrinum vóru einsamallir hjá grindini, sum lá nakað suður úr Borðini.
Klokkan 20.05 var fyrsti bátur hjá grindini – umframt ferðalagið av Toftum í skjóttgangandi bátinum. Tá var grindin ein lítlan fjórðing suður úr Kirkjubønesi.
Síðani eru fleiri bátar komnir aftrat. Sum vit skilja tað, so er ætlanin at fáa grindina at gera landgongd í Sandagerði. Sum tað gongur nú, so verður tað ikki leingi, inntil teir vera í Sandagerði.