Grønlendskur fiskaútflutningur fingið góða byrjan

Vøksturin í útflutningsvirðinum sæst serliga aftur í rækjum, svartkalva, toski og krabbum.

Útflutningsvirðið hjá grønlendsku fiskivinnuni var 74 miljónir krónur hægri í januar í ár enn sama mánaða í fjør.

 

Hetta svarar sambært Sermitsiaq til ein vøkstur á 37,1 prosent.

 

Ein fyribils uppgerð hjá Grønlands Statistik vísir, at samlaða útflutningsvirðið av ymiskum fiska-og krabbasløgum var 273 miljónir í januar í ár. 

 

Men við tað, at hetta eru fyribils tøl, skal uppgerðin takast við fyrivarni.

 

Vøksturin í útflutningsvirðinum sæst serliga aftur í rækjum, svartkalva, toski og krabbum.

 

Sermitsiaq veit at siga, at útflutningsvirðið av rækjum í januar 2023 vaks við 5,7 prosentum í mun til sama mánað í fjør.

 

Hóast nøgdirnar av rækjum minkaðu við 16,9 prosentum, vaks útflutningsvirðið kortini við 7 miljónum, tí rækjuprísirnir í ár vóru 27,2 prosent hægri enn í januar í fjør.

 

Um gongdina við svartkalva verður sagt, at útflutningsvirðið í januar vaks við heili 152,5 prosentum. Nøgdirnar vuksu við 125,1 prosenti, og kiloprísurin vaks við 12,2 prosentum.

 

Í januar í ár vaks útflutningsvirðið av toski við heili 81,6 prosentum í mun til januar í fjør. Nøgdirnar vuksu við 18,9 prosentum, og kiloprísurin vaks við heili 52,8 prosentum.

 

Útflutningsvirðið av krabba vaks við 10,9 prosentum, men her gekk sambært Grønlands Statistik ikki so væl við prísinum.

 

- Nøgdirnar vuksu við heili 145,3 prosentum, men kiloprísurin í januar í ár fall við heili 54,8 prosentum í mun til prísirnar í januar í fjør, skrivar Sermitsiaq.