Fleiri enn 2.000 ymiskar øl luttóku frá 50 ymiskum londum, siga tey hjá Føroya Bjór. Møguleiki var at vinna gull, silvur, bronsu.
– Vit stremba hvønn dag eftir besta smakkinum, og at gera eitt gott góðskuarbeiði.
– Tískil er eitt Gull heiðursmerki eitt stórt herðaklapp til starvsfólkið, verður sagt frá Føroya Bjór.