Gunnar og FH vunnu í Írlandi og skulu møta Rosenborg

Gunnar Nielsen hevði væl av góðum bjargingum tá FH vann 2-1 á Sligo Rovers á útivølli

Tvey føroyingalið hava vunnið seg víðari í Europa League Conference undankappingini. 

 

Fyrradagin vann Dundalk við Sonna Ragnari Nattestad á liðnum seg víðari í kappingini aftaná samlaðan 5-0 sigur á Newtown úr Wales. Í øðrum umfari skal Dundalk møta Levadia Tallinn úr Estlandi.

 

Í kvøld vardi Gunnar Nielsen aftur málið hjá FH, ið spældi á útivølli móti Sligo Rovers í Írlandi. Talan gjørdist um ein 2-1 sigur til FH, ið vann samlað 3-1. Úrslitið merkir, at FH skal møta norska stórliðnum, Rosenborg í øðrum umfari. 

 

Aftur í kvøld var tað skotski Steven Lennon, ið var tann stóra hetjan hjá FH. Hann skoraði bæði málini hjá FH í kvøld. Hann skoraði eisini málið í 1-0 sigrinum á heimavølli.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen framúr góðar bjargingar í dystinum. 

 

Sligo Rovers-FH 1-2 (0-1) - FH vann samanlagt 3-1

 

0-1 Steven Lennon (44.)

 

0-2 Steven Lennon (49.)

 

1-2 Johnny Kenny (84.)

 

FH liggur bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, ið er sera óvæntað. Tí kemur sigurin á Sligo Rovers eyka væl við hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum í FH.