Gunnar og liðfelagarnir heilkiksaðu móti botnliði

Íslendsku greipuvinnararnir vóru fyri óvæntaðum tapi í kvøld

Gunnar Vatnhamar var við frá dystarbyrjan tá lið hansara, Víkingur Reykjavík spældi dyst á útivølli móti HK í Kópavogi.

 

Víkingur var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men Gunnar og liðfelagarnir vóru fyri sera óvæntaðum 1-3 tapi.

 

Víkingur hevði nógv meira spæl og nógv fleiri málmøguleikar enn HK, men teir megnaðu ikki at umseta hesar til mál.

 

Talan er um fyrsta tapið og fyrsta stigamissin hjá Víkingi hetta kappingarárið.

 

HK-Víkingur Reykjavík 3-1 (1-0)

 

Atli Þór Jónasson'27 1-0

 

Magnús Arnar Pétursson'55 2-0

 

2-1 Aron Elís Þrándarson '58

 

Arnþór Ari Atlason'96 3-1

 

Víkingur er framvegis fremst í bestu í íslendsku fótbóltsdeildini við 12 stigum. FH hevur eisini 12 stig á øðrum plássinum, men Víkingur hevur betri málmun.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik móti Vali á heimavølli. 

 

Breiðablik kann við sigri koma upp á sama stigatal sum Víkingur og FH, 12 stig.